Søgan
Niels Nattestad og Uni S. Joensen keyptu í 1992 bilverkstaðið í Sandavági. Fyrstu nógvu árini arbeiddu teir saman og høvdu fólk afturat sær.
Síðani 1998 hevur Niels einsamallur rikið verkstaðið undir navninum sp/f Carro Bilverkstaður.
Í mars 2017 brendi verkstaðið. Eldsbrunin var so umfatandi, at tað loysti seg ikki at byggja verkstaðið uppaftur.
Felagið fór beinanvegin í fyribils hølir í Miðvági og har var felagið fram til september í 2021. Aftaná eldsbrunan, var byrjað við fyrireikingum at byggja ein nýggjan bygning.
Eftir, at hava arbeitt við ymiskum loysnum í Vágum, keypti felagið í 2019 eitt vinnuøki á Hálsi í Sørvági. Økið er góðan 4300 m2 til støddar.
Í september 2021 flutti Carro inn í nýggja bygningin, sum tilsamans er góðar 900 m2. Hetta er eitt nútímans bil, lagg og plátuverkstað.
Í samband við nýggja bygningin, kom Atli Nattestad upp í felagið og tískil eru tað Niels og Atli Nattestad, sum í dag eiga sp/f Carro.