BÚMERKIÐ
Sereyðkennið í búmerkinum liggur í opnu, rundu, hallandi stavunum, sum eru eins og hjól á bili. Umframt hetta, so hevur c’ið eina striku ovast, sum gongur út til vinstru, og gevur c’num eina útsjónd av eini gron, ella einum veli á einum bili. Tá ið allir stavirnir eru saman, sær c’ið út sum eitt vel á bili, og tá ið c’ið er einsamalt, sær tað út sum gronin á einum bili, sæð frá síðuni.
LITURIN
Búmerkið hevur bert ein lit: Turkisblátt. Liturin er frískur og eyðkendur.
NAVNASKRIFTIN
Navnið er sett við skriftini Brother 1816. Hon er opin, klár og lætt lesilig. Navnið er sett við lágstavum. Eingin av stavunum hevur stelk og er navnið tí beint og javnt. Opnu formarnir í c, a og o geva eina kenslu av hjólum á einum akfari.
ADRESSU- OG SKELTASKRIFT
Til adressu- og skeltaskrift havi eg valt at brúka Montserrat. Hon er sera greið at lesa í smáari skrift, og er ein av Google fontunum og er tí góð at brúka til internetið.
Nota Bene
Uppsetingarhátturin av búmerkinum er avgerandi og endaligur. Ein eigur ongantíð at toyggja búmerkið á nakran hátt, men altíð at minka og vaksa tað proportionalt.
Sjúrður Højgaard, grafiskur sniðgevi, MHÍ ‘97.
Heinta Búmerki
- Bumerki sum PDF (47.96 KB)
- Búmerki sum PNG (25.39 KB)
- Búmerki sum JPG (153.51 KB)
- Búmerki sum EPS (510.40 KB)
- Búmerki sum AI (162.61 KB)