Lærling

Lær til bilsmið hjá Carro

Vit søkja eftir lærlingi til okkara verkstað í Á Hálsi 2, Sørvági, at byrja 20. august.

Vit bjóða eina útbúgving í einum livandi og áhugaverdum umhvørvi, har nøgdsemi og kundatænasta eru í hásæti.

  • Útbúgvingin tekur 4 ár
  • 55 vikur eru skúlagongd á Glasir
  • Skúlagongdin er grundað á 4 modulir

Um tú hevur áhuga at arbeiða við bilum, ert tú vælkomin at søkja, óansæð kyn.

Tú fært alla ta vegleiðing, tú hevur tørv á, fyri at kunna útinna fjølbroyttu uppgávurnar til fulnar. 

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Niels Nattestad, stjóra, á telefon 21 25 51.

Umsókn kann sendast á carro@carro.fo.

Freistin at søkja er 28. juli.